Graslíkið boðið út av nýggjum

Graslíkið boðið út av nýggjum
Um eina góða viku fæst helst at vita, hvør fær arbeiðið, at leggja graslíki á nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík
15. september fæst helst greiða á, hvør skal leggja graslíki á nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík
 
06.09.2016 - 13:55

Í gjár varð graslíkið, sum skal á Hoyvíksvøllin, boðið út av nýggjum í innbodnari lisitasjón. Tilboðini verða latin upp hjá Landsbyggifelagnum mánadagin klokkan tvey.

Ein veitari er komin afturat teimum fimm, sum vóru við í fyrru útbjóðingini. Tað er Mjólkarvirki búnaðarmanna. Hinir eru Idé møblar, Laiderz, Polytan, Uni Sport og Handilshúsið.

SÍ EISINI Ósemja um nýggjan grasvøll í Hoyvík

Útbjóðingartilfarið er broytt. Nú skulu mottur at leggja undir graslíkið vera í høvuðstilboðnum. Hin mátin, hann er dýrari, er at stoypa undirlagið á staðnum. Hann kann vera við sum alternativt tilboð.

Í fyrru útbjóðingini var hetta øvugt. Tórshavnar býráð hevur fund tann 15. september. Tá er ætlanin at avgera, hvør fær arbeiðið at leggja graslíkið á Hoyvíksvøllin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775