Bilvrak fáa bilførarar at halda hámarksferðina

Bilvrak fáa bilførarar at halda hámarksferðina
Kanning vísir, at 46 prosent av teimum spurdu, siga seg halda hámarksferðina
 
16.09.2016 - 08:54

Átakið hjá Ferðslutrygd við bilvrakum fram við landsvegunum hevur havt við sær, at nógv fleiri siga halda hámarksferðina. 

Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Ferðslutrygd.

Kanningin vísir, at síðani 2012 hava ongantíð so mong sagt seg halda hámarksferðina, ella 46 prosent.

Átakið ávirkaði mest tey, sum fyrr hava sagt seg koyra 90 kilometrar um tíman. 

11 prosent av teimum, sum siga hava koyrt 100 kilometrar um tíman, ella skjótari, eru eisini ávirkað av átakinum við bilvrakunum.

32 prosent í fjør

Í apríl í fjør, t.e. áðrenn tiltakið varð sett í verk, søgdu bara 32 prosent, at tey halda hámarksferðina. Í august svaraðu 46 prosent, at tey halda hámarksferðina.

Aldursbýtið í nýggju kanningini vísir, at tað eru serliga 18-24 ára gomul, sum siga koyra skjótari enn loyvt. 

Kanningin vísir, at tess eldri, fólk gerast, tess betur halda tey hámarksferðina. 

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar skipaðu fyri átakinum við bilvrakunum. Tað tók støði í filminum "Hin dagin, eg hevði skund."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858