Jógvan Arge kann ikki vera borgarstjóri

Jógvan Arge kann ikki vera borgarstjóri
Ein maður, sum hevur meldað seg úr samgonguni, kann ikki vera borgarstjóri. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, við Norðlýsið
 
18.09.2016 - 14:05

Borgarstjórin í Havn hevur verið fyri atfinningum, tí hann ikki vil lata varaborgarstjóran taka yvir, meðan hann sjálvur er burturstaddur á ST-aðalfundi í tríggjar vikur, umboðandi Løgtingið.

Norðlýsið hevur spurt Heðin Mortensen, um tað skal skiljast soleiðis, at hann ikki hevur álit á Jógvani Arge.

Borgarstjórin vísir á, at varaborgarstjórin, sum er valdur fyri 4 ár, hevur valt at fara úr samgonguni, og tí er hann ikki virkandi borgarstjóri, hóast hann framvegis hevur tað heitið.

-Tá eg sigi ikki virkandi, er tað tí, at hann ikki umboðar politikkin hjá meirilutanum í býráðnum, og hevur heldur ikki samtykt nakra fíggjarætlan fyri Tórshavnar býráð, og kann sostatt ikki umboða okkum úteftir, sigur Heðin Mortensen við Norðlýsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775