Tungt hál hjá samgonguni

Tungt hál hjá samgonguni
Longu nú er greitt, at tað verður ikki bara sum at siga tað hjá samgonguni at fáa andstøðuna við í fiskivinnunýskipanina
 
04.10.2016 - 08:03

Í nátt heitti Norðoya sambandsfelag staðiliga á Sambandsflokkin um ikki at fara í nakrar samráðingar, har treytirnar eru, at úrslitið er avgjørt frammanundan.

Mánakvøldið sendu formenninir í samgonguflokkunum út felagsskriv, har teir siga, at samgongan er samd um aðalmálini í fiskivinnunýskipanini. Samgongan fer nú at samráðast við allar flokkar um at fremja nýskipanina í verki.

Aðalmálini, sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru samd um, eru millum annað, at fiskurin er ogn Føroya fólks og kann ongantíð gerast privat ogn.

Tilfeingisrentan í landskassan

Fiskirættindi skulu ikki longur seljast privat. Í staðin fyri skal tað almenna bjóða rættindi út fyri hóskandi tíðarskeið í marknaðargrundaðari skipan.

Rætturin at fiska skal vera á føroyskum hondum. Sáttmálar við manningarfeløgini skulu haldast. Føroysk virki skulu kunna bjóða upp á fiskin.

Virðið á atgongdini at fiska, sonevnda tilfeingisrentan, eigur í størstan møguligan mun at fara í landskassan, sigur samgongan millum annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229