Halda lítið um ætlan

Halda lítið um ætlan
Lógaruppskotið um føroyskt váðaráð tykist ikki vera í samsvari við myndugleikabýtið millum Danmark og Føroyar, sigur danskur ráðharri
Donsku stjórnini dámar einki, at landsstýrið ætlar at stovna eitt váðaráð
 
18.10.2016 - 08:26

Donsku stjórnini dámar einki, at landsstýrið ætlar at stovna eitt váðaráð. Lógaruppskotið um føroyskt váðaráð tykist ikki vera í samsvari við myndugleikabýtið millum Danmark og Føroyar.

Tað sigur Troels Lund Poulsen, vinnumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann. Ráðharrin sigur, at samskifti er millum Danmark og Føroyar um hetta.

Løgtingið fer í dag at atkvøða um uppskotið hjá Kristinu Háfoss um váðaráðið.  Sjúrður Skaale spurdi annars ikki um váðaráðið.

SÍ EISINI Danir góðtaka ikki føroyskt váðaráð

Hann spurdi, um tað er í lagi, at landsstýrisfólkið í fíggjarmálum einki fær at vita frá danska Fíggjareftirlitinum um støðuna í føroysku peningastovnunum, fyrr enn teir eru komnir í fíggjarligar trupulleikar.

Troels Lund Poulsen sigur, at Fíggjareftirlitið hevur herda tagnarskyldu, og kann tí ikki lata frá sær upplýsingar.

Kortini kann Fíggjareftirlitið lata landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum trúnaðarupplýsingar at brúka til kreppustýring, sigur danski ráðharrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688