Óvist um hann fer at góðtaka valúrslitið

Óvist um hann fer at góðtaka valúrslitið
Donald Trump, forsetavalevni, er ikki longur vísur í, um hann fer at góðtaka úrslitið á forsetavalinum í USA 8. november
Alt er riggað til frammanundan, fyri at tryggja, at valevnið hjá Demokratunum, Hillary Clinton, vinnur valið, sigur Donald Trump
 
20.10.2016 - 08:09

Tað er ikki vist, at eg fari at góðtaka úrslitið á valinum, segði Donald Trump sjálvur í beinleiðis sjónvarpaða kjakinum millum forsetavalevnini bæði, sum var í nátt okkara tíð.

Greinin heldur fram niðanfyri

Hóast varaforsetavalevnið hjá Trump, Mike Pence, fyri stuttum hevur sagt, at hann fer at góðtaka valúrslitið, sigur Trump, at alt er riggað til frammanundan, fyri at tryggja, at valevnið hjá Demokratunum, Hillary Clinton, vinnur.

Hillary Clinton nýtti høvið at leggja eftir Donald Trump. Hon segði, hvørja fer okkurt ikki gongur, sum Trump hevði ætlað, skýrir hann tað fyri svikaráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870