Kanna um mál skal viðgerast

Kanna um mál skal viðgerast
Landsstýrismálanevndin kannar, um hon skal viðgera eitt mál móti landsstýriskvinnuni fyri at hava hildið aftur upplýsingum
 
25.10.2016 - 08:34

Landsstýrismálanevndin hevur biðið Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, og Fíggjarmálaráðið um fleiri upplýsingar í málinum um at stovna føroyskt váðaráð.

Landsstýrismálanevndin kannar, um hon skal viðgera eitt mál móti landsstýriskvinnuni, tí andstøðan hevur skuldsett hana fyri at halda upplýsingum aftur fyri Fíggjarnevndini og Løgtinginum.

Talan er millum annað um eitt bræv, sum Kristina Háfoss fekk frá danska vinnumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, men sum Fíggjarnevndin ikki fekk fyrr enn seinni.

Kristina Háfoss og Fíggjarmálaráðið hava fingið 14 dagar at lata landsstýrismálanevndini allar upplýsingar í málinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815