Vitjan skal sameina øll kristin

Vitjan skal sameina øll kristin
Søgulig vitjan hjá Frans páva í Svøríki er ein roynd at sameina teir ymisku trúarrætningarnar í heiminum
Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, bjóðar Frans páva vælkomnum í Sturup-floghavnini í Malmö
Mynd: AP  
 
31.10.2016 - 15:18

Fyri fyrstu ferð í 27 ár vitjar ein pávi í Svøríki. Tað hendir, nú Frans pávi vitjar í Svøríki fyri at hátíðarhalda, at 500 ára dagurin fyri trúbótina nærkast.

Endamálið við vitjanini hjá pávanum í Svøríki er, at sameina kristin um allan heimin, segði Frans pávi í eini fráboðan á Twitter áðrenn vitjanina.

- Eg biði tykkum vinarligast biðja fyri, at ferð mín til Svøríkis kann verða við til at sameina øll kristin, segði hann í almennu fráboðanini.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Tað er ein heiður, at pávin kemur til Svøríkis, nú vit hátíðarhalda, at 500 ár eru liðin síðani trúbótararbeiðið byrjaði, segði Stefan Löfven, forsætisráðharri.

Eftir almennu móttøkuna á døgurða skal pávin heilsa uppá kongafamiljuna, til gudstænastu í Lund og halda røðu í Malmö Arena, har 10.000 katolikkar savnast.

Katólska kirkjan hevur vaksandi undirtøku í Svøríki. Síðstu 10 árini er limatalið vaksið 38 prosentstig ímeðan fólkakirkjan hevur mist 11 prosent av limunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804