Væntandi klár um eina viku

Væntandi klár um eina viku
Ternan hevði fingið skeivan eykalut, og nýggjur lutur kemur til landið sunnudagin. Ternan skal eftir ætlanini sigla aftur mikudagin
 
01.11.2016 - 15:22

Ternan fer væntandi aftur í sigling um Nólsoyarfjørð mikudagin í næstu viku, skriva Strandfaraskip Landsins á heimasíðuni.

Nýggi luturin kemur sunnudagin, og so verður arbeitt uppá Ternuna mánadagin og týsdagin í komandi viku. Ternan verður so royndarsigld mikudagin. 

Ternan fer aftur at røkja nólsoyarleiðina mikukvøldið 9. november, um alt gongur sum ætlað, stendur á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775