Eitt tørn afturat

bannari
Eitt tørn afturat
Heðin Mortensen heldur fram sum borgarstjóri í Havn næstu fýra árini. Tríflokka samgongan frá farna valskeiði heldur fram
 
09.11.2016 - 08:26

Samgongan millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin heldur fram, og Annika Olsen verður varaborgarstjóri. Harumframt fær Fólkaflokkurin væl lønta sessin í SEV-stýrinum.

Tjóðveldi, sum hevði stóra framgongd á valinum, heldur fram í andstøðu, og Framsókn, sum fekk ein býráðssess, er eisini í andstøðu.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru fleiri kvinnur enn menn í Tórshavnar býráð. Átta av teimum 13 býráðslimunum í Havn eru kvinnur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775