Styrkja sambandið millum Grønland og USA

Styrkja sambandið millum Grønland og USA
Vit vænta okkum gott samstarv við amerikansku myndugleikarnar næstu árini, sigur Vittus Qujaukuitsoq, grønlendskur uttanríkisráðharri
Vittus Qujaukuitsoq, grønlendskur uttanríkisráðharri
 
12.11.2016 - 14:33

Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vittus Qujaukitsoq fer fegin at samstarva við Donald Trump.

Grønlendskir politikarar hava annars sagt seg stúra fyri avleiðingunum, nú Donald Trump verður forseti í USA. Men Qujaukuitsoq er meira diplomatiskur í sínum orðingum, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.

- Grønland og USA hava søguliga samstarvað væl um verjupolitikk og gransking annars, vísir grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum á.

USA virknan leiklut í arktiska ráðnum

- Verjuavtalan frá 1951 hevur havt við sær, at grønlendska sjóøkið og grønlendska loftrúmið hava stóran strategiskan týdning fyri USA, sigur Qujaukuitsoq í heilsan til Donald Trump.

Eisini hevur USA virknan leiklut í artiska ráðnum. - Eg eri sannførdur um, at tað ber til at styrkja sambandið og samstarvið millum Grønland og USA enn meira, sigur hann.

​- Vit vænta okkum gott samstarv við amerikansku myndugleikarnar næstu árini, sigur Qujaukuitsoq í heilsan til Donald Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608