Vil hava eina fólkaatkvøðu afturat

Vil hava eina fólkaatkvøðu afturat
John Major, fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, heldur grundarlag verða fyri at halda eina nýggja atkvøðu um ES-limaskapin hjá landinum
Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, John Major sigur, at tað er sakligt høvi at halda enn eina fólkaatkvøðu í Bretlandi um Brexit
 
25.11.2016 - 10:23

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, John Major sigur, at tað er sakligt høvi at halda enn eina fólkaatkvøðu í Bretlandi um Brexit, og at fólk, sum atkvøddu fyri at vera verandi í ES, eiga ikki at knúskast av meirlutanum.

The Guardian endurgevur John Major fyri at siga, at fólk eiga at verða hoyrd í orðaskiftinum um, hvussu Bretland ætlar at melda seg úr ES-limaskapinum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fyrrverandi konservativi forsætisráðharrin heldur, at tey 48 prosentini, sum valdu at siga ja til ES, eiga at fáa ávirkan á treytirnar í skilnaðaravtaluni við Brússel.

Hann heldur, at parlamentið og ikki bretska stjórnin, eigur endaligu avgerðina um nýggja avtalu við eftirverandi limirnar í ES, og at "fullgóð og saklig" grund er fyri at halda eina fólkaatkvøðu afturat um hesa avtaluna, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233