Tømdist fyri brennievni

Tømdist fyri brennievni
Flogskiparin á flogfarinum, sum datt niður í Kolumbia manadagin, boðaði stutt fyri vanlukkuna frá, at flogfarið hevði ov lítið av brennievni
Bjargingarfólk á staðnum, har eitt BAE 146-flogfar - líka sum tey gomlu hjá Atlantic Airways - datt niður mánadagin. Nú er illgruni um, at flogfarið einki brennievni hevði eftir, tá tað datt niður
Mynd: AP  
 
01.12.2016 - 08:29

Tað vísa upptøkur av samrøðuni við flogferðsluleiðaran, sum útvarpsrásin, W Radio, hevur fingið hendur á.

Upptøkan vísir, at flogskiparin fleiri ferðir bað um loyvi at lenda, orsakað av totalum elektriskum breki og at tangin við brennievni var tómur.

Upptøkan vísir eisini, at flogleiðarin gav flogskiparanum leiðbeiningar, meðan flogfarið áhaldandi missir ferð og hædd. Beint áðrenn alt gerst kvirt, upplýsir flogskiparin, at flogfarið er í 9.000 fóta hædd.

SÍ EISINI Flogvanlukka í Kolumbia: 76 deyð, fimm á lívi

Útvarpsrásin sigur einki um, hvussu útvarpsrásin hevur fingið upptøkuna. Ferðafólkaflogfarið datt niður seint mánakvøldið í Andesfjøllunum, umleið 50 kilometrar frá Medellin í Kolumbia.

Millum ferðafólkini var brasilska fótbóltsliðið, Chapecoense, sum skuldi spæla fyrra av tveimum finaludystum í kappingini Copa Sudamericana móti kolumbiska Atlético Nacional í Medellin. 

71 fólk lótu lív í flogvanlukkuni í Kolumbia, meðan tríggir fótbóltsleikarar, ein journalistur og tvey av manningini sluppu við lívinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659