Hálv millión fólk rikin frá húsum

Hálv millión fólk rikin frá húsum
Hundraðtúsundtals fólk í Turkalandi eru noydd úr heimi sínum við valdi, sum partur av revsing. Amnesty fordømir framferðina
Amnesti International talar nú at. Meira enn ein hálv millión fólk í Turkalandi eru rikin á dyr frá egnum heimi
 
06.12.2016 - 08:38

Bara hetta seinasta árið hava turkiskir myndugleikar, sambært nýggjari frágreiðing, rikið burtur meira enn hálva millión fólk frá húsi og heimi í landssynningspartinum í Turkalandi.

Tað sigur Amnesty International í frágreiðing, sum verður almannakunngjørd í dag, týsdag. Tað skrivar týska tíðindastovan, DPA.

Ein býur meint raktur

Fólk er noydd úr húsum sínum við valdi, sum partur av kollektivari revsing. Í frágreiðingini verður serligur dentur lagdur á býarpartin Sur í kurdiska býnum Diyarbakır.

Bara í Sur eru 24.000 fólk farin frá húsi og heimi seinasta árið. Orsøkin er í mestan mun, at tey høvdu útgonguforboð, sum myndugleikarnir høvdu sett í verk, metir frágreiðingin.

Nógvir samanbrestir hava verið millum forbodna Kurdiska Arbeiðaraflokkin, PKK, og turkiskar stjórnardeildir síðani 2015, tá tvey ára langa vápnahvíldin varð brotin.

Menniskjarættindi í vanda

Í mars í ár ognartóku turkiskir myndugleikar meginpartin av jørðini í Sur, stendur í frágreiðingini. Samstundis eru rættindini hjá fólkum, ið eru rikin á dyr at venda heimaftur, í stórum vanda.

Fólkini eru í vanda orsakað av útgonguforboði, oyðiløgdum infrastrukturi og at hús og bygningar eru rivin niður, skrivar Amnesty International.

Felagsskapurin, Amnesty International, heitir tí inniliga á myndugleikarnar í Turkalandi um at strika útgonguforboðið í stundini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677