Friðskjólsøkjarar býtast millum londini

Friðskjólsøkjarar býtast millum londini
Tað er serliga svenska stjórnin, sum streingir á at fáa ES at góðtaka eina skipan, so londini kunnu býtast um fólk, sum søkja friðskjól
Mynd: savnsmynd  
 
16.12.2016 - 10:11

Londini í ES miða eftir eini semju um nýggja skipan fyri fólk, sum søkja um friðskjól miðskeiðis í 2017. Tað samdust leiðarar í ES um á fundi í Brússel.

- Hetta er fyrstu ferð, at vit hava greiða dagfesting, sigur svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven. Hann sigur, at tað eru Svøríki og Týskland, sum leingi hava strongt á at áseta dagin. Svøríki hevur sett í verk fyribils herðingar í lógini um friðskjól fyri at minka um talið av umsøkjarum.

Svenska stjórnin vónar, at ES, so skjótt sum tilber, hevur eina skipan, sum betur kann býta asylumsøkjarar millum londini í ES. Semjast ES-londini um orðingarnar í ymsku lógunum, sum ES-nevndin hevur lagt fram, skulu lógirnar setast í gildi í limalondunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459