2000 finnar fáa borgaraløn

2000 finnar fáa borgaraløn
Næstu tvey árini fáa 2.000 arbeiðsleysir finnar, í aldrinum 18 til 58 ár, útgoldnar 4.000 krónur, um mánaðin, frá tí almenna
Næstu tvey árini fáa 2.000 arbeiðsleysir finnar, í aldrinum 18 til 58 ár, útgoldnar 4.000 krónur, um mánaðin, frá tí almenna
Mynd: Savn  
 
22.12.2016 - 11:22

Finska stjórnin fer nú undir eina roynd, sum hevur vakt ans í øllum heiminum. Næstu tvey árini fáa 2.000 arbeiðsleys, í aldrinum 18 til 58 ár, útgoldnar 4.000 kr. frá tí almenna.

Peningurin er skattafríur, og tey, sum fáa hann, skulu ikki lúka somu krøv, sum arbeiðsleys og tey, ið fáa kontanthjálp, annars skulu lúka í Finnlandi. Hetta er ein roynd, sum skal avdúka, hvørja ávirkan ein almenn veiting, eitt slag av borgaraløn, sum verður latin treytaleyst, hevur.

Granskarar skulu fylgja teimum 2.000 fólkunum, sum fáa borgaraløn, og ein eftirlitsbólkur skal fylgja teimum, sum fáa dagpening og kontanthjálp eftir gomlu skipanini, hetta til endan av 2018.

Royndin skal m.a. vísa, um tey, sum fáa borgaraløn, gerast dovin, ella um leysu teymarnir hava við sær, at tey fáa hug at fáa eitt parttíðarstarv, fara undir útbúgving, ella stovna egið virki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610