Løgreglan fekk 600 fráboðanir

Løgreglan fekk 600 fráboðanir
Í fyrru ódnini, á Tollaksmessu, fekk politiið í Føroyum 256 fráboðanir um skaðar. Í seinnu ódnini á hesum sinni, jóladag, komu 350 fráboðanir
Løgreglan hevur higartil fingið stívliga 600 fráboðanir um skaðar eftir jólaódnina
Mynd: Lesaramynd  
 
27.12.2016 - 11:32

Politið fekk bara fráboðan um ein fólkaskaða í jólaódnini. Í Eysturoynni tók vindurin eina kvinnu. Hon breyt beinið. 

Í dag, fyrsta gerandisdagin eftir jól, fara telefonirnar hjá tryggingarfeløgunum ivaleyst at gløða. Eingin ivi er um, at skaðarnir eru nógv fleiri enn teir stívliga 600, politiið fekk fráboðan um.

Veðrið er framvegis ringt summastaðni. Sambært Landverki eru upp í 35 m/s í hvirlunum á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum, 28 m/s í Norðradalsskarði og 29 m/s á Porkerishálsi í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329