CIA ávarar Trump

CIA ávarar Trump
Russland sigur seg hava vitan, sum kann brúkast móti Donald Trump. FBI fekk longu upplýsingarnar í august í fjør
Stjórin fyri amerikonsku fregnartænastuna, FBI, hevur kunnað komandi amerikanska forsetan, Donald Trump, um, at Russland sigur seg hava vitan, ið kann brúkast móti Trump
 
11.01.2017 - 09:42

Stjórin fyri amerikonsku fregnartænastuna, FBI, hevur kunnað komandi amerikanska forsetan, Donald Trump, um, at Russland sigur seg hava vitan, ið kann brúkast móti Trump. 

Bæði Donald Trump og Barack Obama eru kunnaðir um eina frágreiðing, sum er tvær síður long, um, at Russland hevur eymar upplýsingar um komandi og eisini um fráfarandi amerikanska forsetan, sigvur CNN.

Tað er tó ikki greitt, hvørja vitan, talan er um. FBI skal hava fingið kunnleika um hetta í august í fjør, men nústani er keldan, ið kom við upplýsingunum, mett at verða álítandi.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tað er eitt fyrrverandi starvsfólk hjá bretsku fregnartænastuni, sum kom fram á upplýsingarnar í sambandi við arbeiðsuppgávur undir amerikanska forsetavalinum. Uppgávan hjá starvsfólkinum var at útvega upplýsingar um mótvalevni.

Longu undan forsetavalinum varð tosað um, at Russland hevði eymar upplýsingar um Trump, men tað er ikki fyrr enn nú, at tær eru mettar at vera álítandi. 

Donald Trump sjálvur sýtir fyri at trúgva hesum. Á Twitter skrivar hann "Følsk tíðindi. Ein fullkomin politiskt heksajagstran," skrivar NTB-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804