Flóttafólk druknað í Miðjarðarhavinum

Flóttafólk druknað í Miðjarðarhavinum
Umleið 100 flóttafólk eru ikki komin afturíaftur í Miðjarðarhavinum, eftir at báturin, tey vóru í, í gjár sakk út fyri libysku strondina
Tilvildarlig mynd
Mynd: Sansmynd  
 
15.01.2017 - 14:23

Italska bjargingartænastan sigur, at átta lík eru funnin, og bara fýra fólk vórðu bjargað, áðrenn myrkur kom á, og tað gjørdist truplari at leita. Báturin sakk millum Libya og Italia, umleið 25 fjórðingar úr libysku strondini. Eitt franskt herskip, tvey farmaskip og fleiri smærri før leita.

Flóttafólk nýta serliga sjóleiðina at sleppa úr Líbya. Fríggjadagin bjargarði italska bjargingartænastan umleið 550 fóttafólkum, sum vóru á veg um Miðjarðarhavið.

Flóttafólkaskrivstovan hjá ST heldur, at fleiri enn 1.000 flóttarfólk eru komin til Evropu tær báðar vikurnar, sum eru farnar av nýggja árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870