Ferðafólki dámar íslendskan vetur

Ferðafólki dámar íslendskan vetur
Ísland fær fleiri og fleiri vetrarferðafólk. Tað vísa tøl hjá íslendska ferðaráðnum.
Eyðafjallajøkull
Mynd: Andreas Tille  
 
23.01.2017 - 09:45

Síðani fíggjarkreppuna í 2009 er íslendska ferðavinnan ferfalda. Í 2010 komu og fóru 460.000 ferðafólk um flogvøllin í Keflavík, og seks ár seinni er talið komið upp á næstan 1,8 millión ferðafólk.

Sambært íslendska ferðaráðnum er ferðafólkatalið vaksið serliga nógv í vetrarmánaðunum. Meðan vøksturin tilsamans hevur verið um 30-40% um árið, var vøksturin í desember 2016 76,1% í mun til desember 2015.

Bæði november og desember settu met í 2016. Íslendska ferðaflutningsfelagið Isavia væntar, at í 2017 vera tey fleiri, sum ferðast til Íslands um veturin enn tey, sum ferðast um summarið.

Ein tryggari ferðavinna

Vøksturin á vetrarferðafólki er ikki tilvildarligur. Í 2010 fór íslendska ferðaráðið undir eitt átak, sum skuldi tryggja eitt javnari býti av ferðafólki millum árstíðirnar, fyri at arbeiðsplássini í ferðavinnuni skuldi hava eitt tryggari grundarlag.

Tá flugu 2 flogfeløg til Íslands alt árið. Í 2016 er talið av flogfeløgum, sum flúgva til Íslands alt árið, komu upp í 11.

Hóvar ikki øllum

Men, tað eru ikki øll, sum eru líka fegin um ferðafólkavøksturin. Íslendska infrakervið tærist illa av nógvu ferðafólkunum, og kommunurnar hava munandi størri útreiðslur av teimum.

Ísland hevur júst trýfaldað gistingarhússkattin fyri at leggja upp fyri vaksandi útreiðslunum. Í dag er gistingarhússkatturin 25 krónur um náttina fyri hvørt ferðafólk. Roknað verður við, at hetta fer at geva landinum 180 til 190 milliónir um árið í eyka inntøkum.

USA eigur størsta partin av ferðafólki til Íslands. Á øðrum plássi liggur Bretland og á triðja plássi Týskland.

 

Desember mánaði hevði nógv størsta ferðafólkavøksturin í Íslandi í 2016 (Kelda: Icelandic Tourist Board).

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985