Forsetin heiðrar stjóran á Norðurbyggjuni

Forsetin heiðrar stjóran á Norðurbyggjuni
Karin Elsbudóttir hevur fingið heiðursmerkið "Heiðurspeningur Forseta íslands"
Mynd: Klaus Holsing  
 
26.01.2017 - 13:54

Íslendski forsetin heiðraði í gjár Karina Elsbudóttir, stjóra á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Karin Elsbudóttir fekk heiðursmerkið Heiðurspeningur Forseta íslands sum viðurkenning fyri arbeiðið, sum hon hevur útint á Norðurbryggjuni, fyri millum annað at fremja íslendska mentan og list í Keypmannahavn.

Íslendski forsetin, Guðni Jóhanneson og frú Eliza Reid, hava verið á stjórnarvitjan í Danmark í vikuni, og Norðurbryggjan var karmur um veitslu í gjárkvøldið, har forsetin var vertur fyri móttøku fyri innbodnum gestum bæði úr Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum.

Drotningin heiðursgestur

Heiðursgestir vóru Margreta drotning og Heindrikur prinsur. Eisini vóru hægstu umboð fyri stjórnirnar í Danmark og Grønlandi hjástødd saman við eitt nú listarfólkum.

Karin Elsbudóttir hevur starvast á Norðurbryggjuni síðani ár 2000.

Frá 2004 til 2011 sum mentanarstjóri og varastjóri, og síðani 2011 hevur hon verið stjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961