Fyrrverandi oljustjóri nýggjur uttanríkisráðharri

Fyrrverandi oljustjóri nýggjur uttanríkisráðharri
Russland er í dag ein hóttan, sigur Rex Tillerson, fyrrverandi stjóri í oljufelag, sum verður nýggjur uttanríkisráðharri í USA
Rex Tillerson verður nýggjur uttanríkisráðharri í amerikansku stjórnini. Ein meiriluti í senatinum hevur góðkent Rex Tillerson
Mynd: AP  
 
02.02.2017 - 09:41

53 senatorar atkvøddu fyri og 42 ímóti, at fyrrverandi forstjórin í oljufelagnum ExxonMobil verður uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Donald Trump, forseta.

Republikanararnir hava meirilutan í senatinum. Tá Tillerson var til hoyringar í senatinum 11. januar, nýtti hann ein stóran part av tíðini at taka frástøðu frá Russlandi.

Hann er annars kendur fyri at hava tætt samband við Vladimir Putin, forseta, og republikanski senatorurin, Marco Rubio, hevur eisini lagt 64 ára gamla Tillerson undir hava eina bleyta støðu mótvegis USA, sum tikið verður til.

Heldur Russland er ein hóttan

Rex Tillerson vildi ikki skýra Putin krígsbrotsmenn, sum nógvir senatorar vildu hava hann at gera, men í dag er Russland ein hóttan, sigur Tillerson.

Í 2015 varð Rex Tillerson kosin at vera millum teirra, sum hava mest vald í øllum heiminum, og tí hava bæði republikanarar og demokratar sett spurnartekin við, um hann er rætti maðurin at vera uttanríkisráðharri.

Rex Tillerson fekk starv sum verkfrøðingur í Exxon Mobil í 1975, og síðani hevur hann arbeitt seg upp í fyritøkuni. Í 2006 gjørdist hann forstjóri í oljufelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155