Kanna samstarvsmøguleikar eftir Brexit

Kanna samstarvsmøguleikar eftir Brexit
Noreg og Ísland kanna nú, hvussu londini á besta hátt kunnu samstarva í kjalarvørrinum á at bretar atkvøddu seg úr ES
Norski evropamálaráðharrin, Frank Bakke Jensen úr Høgraflokkinum, sóknast eftir felags Brexit-strategi. Hann er júst afturkomin úr Íslandi
 
02.02.2017 - 17:26

Norski evropamálaráðharrin, Frank Bakke Jensen úr Høgraflokkinum, sóknast eftir felags Brexit-strategi. Hann er júst afturkomin úr Íslandi, har hann vitjaði íslendska uttanríkisráðharran, Guðlaugur Tór Tórðarson.

Eftir fundin við fundin við íslendska uttanríkisráðharran, segði Bakke-Jensen, at teir báðir hava gjøgnumgingið norsku fatanina av tí, sum hendir nú, og samanborið hana við íslendsku fatanina. 

Noreg ikki bundið seg

- Vit hava somu fatan í flest øllum málum, sigur Frank Bakke-Jensen.

Norski uttanríkisráðharirn, Børge Brende, eisini úr Høgraflokkinum, hevur áður róð framundir, at Brexit skal takast sum ein tríhyrningur millum ES, Bretland og EFTA, har Ísland er limur saman við Noregi, Liktinstein og Sveis. 

Men Noreg hevur kortini ikki bundið seg til nakran leist fyri samráðingarnar, sum skulu verða við Bretland, leggur norski evropamálaráðharrin, Frank Bakke-Jensen, dent á.

Ov tíðliga til niðurstøður

- Vit lata allar møguleikar standa opnar, sigur Frank Bakke-Jensen við NTB.

- Tað er ov tíðliga at gera niðurstøðu um, hvønn leist vit taka. Og tað svarið fært tú helst eisini, um tú spyrt Bretland ella ES. Hvønn dag síggja vit nýggj viðurskfiti, sum gera tilgongdina truplari og samansetta, sigur hann.

Sambært honum fara bæði Noreg og Ísland nú at kanna víðari, hvar tað er best at samstarva gjøgnum EFTA og EBS-samstarvið, og hvar tað er besta hjá londunum báðum at samráðast saman, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949