Verkfall hjá fiskimonnum kanska av

Verkfall hjá fiskimonnum kanska av
Útlit eru fyri, at verkfallið hjá íslendskum fiskimonnum kanska er av skjótt. Hundraðtals milliónir krónur eru farnar aftur við borðinum
 
13.02.2017 - 10:22

Útlit eru fyri, at okkurt avgerandi fer at henda í dag í verkfallinum hjá íslendskum fiskimonnum, sum nú hevur verið í næstan tveir mánaðir. Tað byrjaði 14. desember í fjør.

Sambært Morgunblaðnum hava samráðingarnevndirnar hjá fiskimonnum fundir í dag, har viðgjørdir verða aðrir møguleikar fyri semju enn teir, sum higartil hava verið á borðinum.

Hundraðtals milliónir mistar

Íslendska stjórnin hevur ikki lagt seg út í verkfallið við lógaruppskoti um at steðga tí. Men hon hevur saman við kommununum gjørt frágreiðing um avleiðingarnar av verkfallinum.

Ísland hevur millum annað mist útflutingsinntøkur fyri 220 til 310 milliónir krónur. Fiskimenn hava mist 220 milliónir í hýrum.

2.400 til 2.600 fólk, sum arbeiða á fiskavirkjum, hava mist góðar 50 milliónir krónur í løn. Tey hava higartil fingið slakar 20 milliónir krónur frá arbeiðsloysisskipanini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155