Vilja hava vegin til Selatraðar tryggan

Vilja hava vegin til Selatraðar tryggan
Fólk í Kolbeinagjógv, á Morkranesi og á Selatrað heita inniliga á landsstýrismannin, sum tó bara kann lova at kanna málið
Vegurin er smalur og vandamikil í støðum, siga tey, sum brúka hann.
 
19.02.2017 - 16:00

Landsvegurin av Strondum til Selatraðar er ikki ein hóskandi farleið.

Landsvegarstrekkið er ótíðarhóskandi og í støðum vandamikið, serliga vetrarhálvuna.

Tí heita fólk í Kolbeinagjógv, á Morkranesi og á Selatrað nú inniliga á landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old, um at taka ítøkilig stig at fáa landsvegin til eina trygga farleið.

Landsstýrismaðurin tók væl ímóti undirskriftunum, men gav eingi beinleiðis lyftir annað enn, at hann sum skjótast fer at hyggja at viðurskiftunum og fáa gongd á málið.

Allur vegurin krevur dagføring

Brúk er fyri at dagføra allan Selatraðarvegin.

Hóast vegurin varð breiðkaður fyri nógvum árum síðani, hevur tað higartil ikki verið til stóra nyttu, tí asfalt er ikki lagt á. 

Talan er um tveir teinar, 600 metrar, á Selatraðarvegnum, beint sunnan fyri Morkranes og millum Morkranes og Selatrað. 

Í løtuni eru eingir pengar til asfalt á Selatraðarvegin, sigur Henrik Old, landsstýrismaður.

Svaraði tingmanni

Hann  svaraði um ársskiftið spurningi frá Helga Abrahamsyni, løgtingsmanni, sum heldur tað vera stórt spell at brúka pengar til at umvæla ein veg, tá eingin nytta fæst burtur úr umvælingini, tí vegurin verður ikki asfalteraður. 

Henrik Old er samdur. Hann sigur, at brúk er fyri at dagføra allan Selatraðarvegin. 

Landsverk hevur áður til fánýtis mælt til at játta millum tvær og fimm mió. kr. um árið til at breiðka og dagføra vegin. 

Landsvegakervið er 472 kilometrar langt. Landsverk brúkar millum sjey og níggju milliónir um árið til asfaltering.

Tær røkka til at asfaltera sjey til níggju kilometrar.

Játtanin til at viðlíkahalda og reka landsvegirnar minkar støðugt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862