NASA funnið nýggja stjørnuskipan

NASA funnið nýggja stjørnuskipan
Amerikanski rúmdarstovnurin, NASA, hevur funnið eina nýggja sólskipan við sjey planetum, ið minna um jørðina. Tekin um lív kann vera á teimum
NASA hevur funnið eina nýggja sólskipan við sjey planetum. Myndin er teldugjørd og skal ímynda Trappist 1-stjørnuskipanina
Mynd: ESA  
 
24.02.2017 - 11:01

Tað verður tikið sum tekin um, at har kann vera talan um lív. Sólskipanin er 40 ljósár frá jørðini.

Tríggjar av planetunum eru serliga áhugaverdar, tí á teimum kann vera tekin um lív, hóast vatn kann vera á øllum sjey planetunum.

Hendingin er søgulig, tí ongantíð fyrr eru só nógvar planetir funnar samstundis, har tekin kann vera um lív. Stjørnan, har planetirnar eru funnar, er ein sonevnd dvørgastjørna, ið nevnist Trappist-1.

Leiðin kannað í fleiri ár

Granskarar hava kannað leiðina í fleiri ár, og nú er staðfest at sjey planetir, har lív kann vera, eru kring Trappist-1.

Hildið verður, at har er kaldari enn á jørðini, men ikki kaldari enn so, enn at lív kann vera har.

Granskarar siga hetta vera tað fremsta sum er hent á økinum seinastu 14 árini. Teir halda, at tað nú fer at bera til at fáa greiðu á, um lív er aðrastaðni enn á jørðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860