Móttøka á Glyvrum fyri tænastuskipinum 'Martin'

Móttøka á Glyvrum fyri tænastuskipinum 'Martin'
Klokkan tvey seinnapartin verður móttøka á Glyvrum. Tá kemur nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost, Martin, á Glyvrar.
Nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost, Martin
Mynd: Bakkafrost  
 
04.03.2017 - 10:05

Talan er um eitt skip, sum fyrst og fremst skal brúkast til at reinsa lús av laksinum við flógvum sjógvi. Skipið er keypt úr Norra, og fór í vikuni til verka.

Klokkan tvey seinnapartin verður so móttøka á Glyvrum við røðum, tónleiki og møguleika at vitja umborð á Martini.

Mánadagin boðaði Bakkafrost frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála um eitt skip afturat. Tað skal eita Róland, sum var annar bróðir Hans á Bakka. Tá eru teir tríggir brøðurnir, sum stovnaðu Bakkafrost í 1968 - Hans, Martin og Rólant - kallaðir upp við hesum trimum tænastuskipunum hjá Bakkafrosti. Róland skal eisini brúkast til at at reina laksin fyri lús við flógvum sjógvi. Tað skipið verður skrásett í Føroyum hálvan mars, og verður væntandi klárt at fara í vinnu í juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815