15 fólk avrættað í Jordan

15 fólk avrættað í Jordan
Talan er um ta størstu hópavrættingina í landinum í 12 ár
15 fólk avrættað í Jordan
Mynd: Theguardian.com  
 
04.03.2017 - 11:11

15 fólk - sum eru dømd til deyðis - eru avrættað í Jordan. Tíggju av teimum avrættaðu vórðu funnin sek og dømd fyri yvirgang, meðan hini fimm vóru dømd fyri neyðtøku. Tey vórðu øll hongd í Swaqa-fongslinum, sum liggur sunnanfyri høvuðsstaðin Amman.

Í 2005 segði Abdullah annar, kongur av Jordan, at landið hevði sett sær fyri at gerast fyrsta land í Miðeystri, sum setti deyðarevsing úr gildi. Dómstólarnir hildu tó fram við at døma fólk til deyðis - men deyðarevsingarnar vórðu tó ikki framdar í verki. Fleiri vildu vera við, at tann støðan elvdi til øktan kriminalitet í landinum, og í 2011 vórðu 11 mans hongdir í Jordan, fyri fyrstuferð í níggju ár. Nú eru so 15 hongd afturat.

Mannarættindafelagsskapir finnast at Jordan fyri at hava deyðarevsing í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128