- Tíðindi, mentan og ítróttur
1,4 milliónir í stuðli til filmar

Talan er um dokmentarfilmar, stuttfilmar, novellufilmar, teknifilmar, skemtirøð, listafilm, spælifilmar og pilotframleiðslu. Samlaða játtanin til filmsframleiðslu í ár er tvær milliónir krónur,.
Í hesum umfarinum vóru 1,4 milliónir krónur at býta. 29 umsóknir komu inn, og peningurin er býttur út eftir tilmæli frá filmsráðgevunum, sum hesa ferð eru Vár Berghamar Jacobsen og Birgir Kruse.
Størstu upphæddina fær filmurin "Enter the Kitchen - Cook Rising," sum Gudmund Helmsdal og ETK Films standa fyri, tann filmurin fær 250.000 krónur í stuðli.
SÍ EISINI Lata hálva millión til yrkisleiklist
Konseptið til filmin "Enter the Kitchen - Cook Rising" hava Gudmundur Helmsdal og Brandur Patursson ment, og handritið til filmin hava Gudmundur Helmsdal og Tórfinn Jákupsson skrivað.
Filmurin "Eitt sindur um hvussu vit elska" hevur fingið 200.000 krónur. Tað eru Anton Petersen, Cinema Polaris og Pætur Dahl, ið standa fyri hesi verkætlanini.
Filmurin "Nina" hevur fingið 141.000 krónur í stuðli. Tað er Maria Winther Olsen, ið stendur fyri hesi verkætlanini. 557.000 krónur eru eftir til seinna útlutingarumfar í ár, skrivar Mentamálaráðið.



























