Leyslatin eftir seks ár í fongsli

Leyslatin eftir seks ár í fongsli
Egyptiski forsetin, sum í 2012 varð dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava viðvirkað til at taka mótmælisfólk av døgum, er í dag leyslatin
Nú leyslatni Hosni Mubarak veitrar til viðhaldsfólk frá hernaðarsjúkrahúsinum, har hann hevur sitið fongslaður (mynd frá okt. 2016)
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
24.03.2017 - 17:04

Fyrrverandi egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, er í dag latin leysur, eftir at hann í seks ár hevur sitið í fongsli. Eftir uppreisturin í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, undir sonevnda Arabiska Várinum í 2011, varð Mubarak rikin frá valdinum og handtikin.

Hosni Mubarak hevur síðani hildið til á einum hernaðarsjúkrahúsi. Verjin hjá Mubarak, Farid al-Deeb, sigur við AFP-tíðindastovuna, at hann í dag er farin av sjúkrahúsinum heim til sín sjálvs í Heliopolis.

SÍ EISINI Mubarak dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri mutur

Mubarak varð í 2012 dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava viðvirka til at fleiri mótmælisfólk vórðu dripin undir Arabiska várinum. Umleið 850 mótmælisfólk lótu lív undir uppreistrinum móti stýrinum hjá Mubarak, sum vardi í 18 dagar.

Ein kærudómstólur kravdi tvey ár seinni, at málið skuldi viðgerðast av nýggjum. Tað endaði við, at ovasti kærudómstólurin í Egyptalandi fyrr í hesum mánaðinum fríkendi fyrrverandi forsetan fyri at hava viðvirkað til drápini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558