Eigarar í Banknordik fáa 300 milliónir krónur

Eigarar í Banknordik fáa 300 milliónir krónur
Aðalfundurin hjá Banknordik samtykti í gjár at lata 300 milliónir krónur í vinningsbýti.
 
01.04.2017 - 11:25

Tey, ið eiga Banknordik, fáa íalt 300 milliónir krónur í vinningsbýti.

Avgerðin at lata óvanliga stóra vinningsbýtið varð endaliga tikin á aðalfundinum, sum varð hildin í høvuðssætinum hjá bankanum á Oknarvegi í Havn í gjárkvøldið.

Ein partur av vinningsbýtinum stavar frá tí, sum kom frá søluni av Vørði og avtøkuni av danska vinnukundavirkseminum.

Stine Bosse heldur fram

Stine Bosse, varð afturvald forkvinna í nevndini.

Eisini Jógvan Jespersen  og Rúni Vang Poulsen vórðu afturvaldir í bankanevndina.

Rúni Vang Poulsen varð seinni afturvaldur at vera næstformaður.

Tvey nýggj andlit eru at finna nevndina. Tey eru Kim Jacobsen og Barbara Pállsdóttir Vang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114