Nógv trygdartiltøk í samband við franska valið

Nógv trygdartiltøk í samband við franska valið
Serliga í Suðurfranska býnum Nice, har 86 fólk doyðu í eini yvirgangsatsókn á tjóðardegnum í fjør, er trygdin herd.
Nógv trygd er við valstøðini í fronsku býunum í dag
 
23.04.2017 - 10:00

Í dag streyma milliónir av fraklendingum á val at velja nýggjan forseta. Hetta er eitt val, sum er merkt av nógvum trygdarfyriskipanum, serliga eftir yvirgangsatsóknina á Champs Elysées hóskvøldið, tá yvirgangsfólk skutu ein politist og særdu aðrar.

Myndugleikarnir óttast fyri, at yvirgangsatsóknin kann fáa fók at sita heima í dag heldur enn at fara á val. Hinvegin meta onnur, at júst yvirgangsatsóknirnar funnu fáa mótastta ávirkan - at fólk reisast úr sofuni og vilja ikki lata seg ávirka av hóttanum. Longu áðrenn atsóknina hósdagin varð avgjørt, at hava eyka trygd í sambandi við valið. 50.000 politistar og 7.000 hermenn vera til arbeiðis - á gøtuni og valstøðum - fyri at verja veljararnar.

Serliga í Suðurfranska býnum Nice, har 86 fólk doyðu í eini yvirgangsatsókn á tjóðardegnum í fjør, er trygdin herd. Á øllum 292 valstøðunum er forboð sett fyri at lastbilar og bilar parkera nærhendis valstøðini, sigur ein talsmaður fyri valmyndugleikarnar við DR.

Forsetavalið í Fraklandi er soleiðis skipað, at um ongin av valevnunum fær meira enn 50 prosent av atkvøðunum, fara tey bæði sum hava flestar atkvøður víðari til annað valumfar. Tann dagurin er longu ásettur at vera 7. mai. tann sum fær flestar atkvøður tá verður nýggjur forseti í Fraklandi næstu fimm árini. Fær eitt av valevnunum yvir 50% í dag, verður onki annað valumfar. So verður hann ella hon forseti. Hetta er tó ongantíð hent áður, at bara eitt valumfar hevur verið. 11 valevni eru til forsetaembætið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744