23 ára gamal handtikin eftir Manchester-atsókn

23 ára gamal handtikin eftir Manchester-atsókn
Ein ungur maður er tikin í sambandi við atsóknina í Manchester Arena í gjárkvøldið, sum kravdi 22 mannalív
Bretska løgreglan hevur handtikið ein ungan mann eftir atsóknina í Manchester mánakvøldið, upplýsir løgreglan
Mynd: AP  
 
23.05.2017 - 14:04

Løgreglan í Bretlandi hevur handtikið ein 23 ára gamlan mann, sum løgreglan hevur illgruna til hevur samband við yvirgangsálopið í Manchester mánakvøldið.

- Vit kunnu vátta, at ein 23 ára gamal maður er handtikin har suðuri í Manchester, skrivaði løgreglan í einari fráboðan á Twitter fyri løtu síðani

Greinin heldur fram niðanfyri

Bretsku myndugleikarnir siga seg vita, hvør maðurin var, sum framdi atsóknina í forhøllini í Manchester Arena í gjárkvøldið, har amerikanska sangkvinnan, Ariana Grande, hevði konsert. 

Tað hevur verið óvist, um maðurin var einsamallur um at fremja atsóknina, men nú hevur løgreglan handtikið ein 23 ára gamlan mann, ið verður settur í samband við atsóknina í gjárkvøldið.

Scotland Yard kannar, um gerningsmaðurin, hevði samband við nakran yvirgangsfelagsskap. Atsóknin kravdi 22 mannalív, teirra millum eru eisini børn, og umleið 60 fólk eru særd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558