Trygdarfrástøðan er minkað niður í 300 metrar

Trygdarfrástøðan er minkað niður í 300 metrar
Innsatsleiðslan á Tvøroyri hevur avgjørt at minka trygdarfrástøðuna fra einum kilometri niður í 300 metrar
 
09.06.2017 - 21:57

Økið kring Varðan pelagic, sum framvegis er lýst vandaøki, er:

- norður til Ovara veg, teinurin frá Tvøroyrar kirkju vestur til skótahúsið,

- vestur til Sjúkrahúsbrekkuna, frá skótahúsinum og í sjógv,

- eystur frá Tvøroyrar Kirkju í eina beina linju suður og í sjógv.

Borgarar, ið eru staddir vestanfyri vandaøkið og búgva eystanfyri, kunnu koyra eftir eftir Ovara vegi.

Borgarar, ið búgva uttanfyri merkta vandaøkið, kunnu nú fara heimaftur.

Nærri verður at frætta í morgin boðar Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, frá í kvøld

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717