Vunnu á Grikkalandi

Vunnu á Grikkalandi
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti vann í gjárskvøldið sigur á Grikkalandi í Athen
 
11.06.2017 - 12:26

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti vann í gjárskvøldið sigur á Grikkalandi í Athen. 

Av teimum 8 EM- ella HM-undandystunum, sum føroyska liðið hevur spælt, er hetta fyrsti sigurin. Føroyar vunnu hendan spennandi dystin 25-24. Støðan í hálvleikinum var 15-10 til Føroyar.

Hondbóltssambandið skrivar, at føroyska liðið byrjaði dystin sera væl og við høgari leikferð og offensivari verju. Hetta ørkymlaði griksku spælararnar, sum gjørdu fleiri mistøk av hesum sama. Føroyska liðið vann seg nøkur mál fram um og støðan var á hálvari leið, sum nevnt 15-10. 

Seinni hálvleikur byrjaði ikki so væl fyri Føroyar, - fleiri útvísingar góvu Grikkalandi møguleikan at koma inn aftur í dystin. Seinasta korterið var munurin ongantíð størri enn tvey mál, og spenningurin var í hásæti. Føroysku kvinnurnar megnaði tó at halda høvdið kalt seinastu løtuni og tær drógu sigurin heim.

Nógv góð avrik

Anna Brimnes fekk fleiri góð mál útifrá og langaði brotskøst í mál. Kristianna Henneberg Joensen stóð sera sterk spælara móti spælara. Turið Arge Samuelsen hevði nakrar sannar perlur í skjótálopunum og á vonginum, og unga Siw Matras Larsen spældi sín fyrsta A-landsdyst og stóð seg sera væl á bakkinum og miðjuni, har hon vann fleiri brotskøst og eitt týdningarmikið langskot, tá dysturin ridlaði. Systrarnar Viviann og Tomma Petersen høvdu eisini eitt gott avrik í málinum, fleiri góðar bjargingar og fleiri avgerandi og málgevandi útkøst. Alt í alt eitt sera flott avrik av kvinnunum. Í dag skulu Føroyar spæla móti Finnlandi í avgerandi dystinum, um hvør vinnur plássið til EM-undanbólkin, har Svøríki, Serbia og Makedonia bíða. Dysturin móti Finnlandi byrjar kl. 13.oo føroyska tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Hósdag 23. juli
RagnarRokk:Esben Willems um Neverending
209731
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097