Forsetin meirilutan í tinginum

Forsetin meirilutan í tinginum
Franski forsetin Macron og samstarvsfelagar hansara fáa meirluta í franska tjóðartinginum. Tað er greitt eftir seinna valumfarið í gjár
Franski forsetin Macron og samstarvsfelagara fáa 350 av teimum 577 sessunum í tjóðartinginum
 
19.06.2017 - 08:04

Tað er greitt, eftir seinna valumfar, sum var í gjár. Macron og samstarvsfelagara fáa 350 av teimum 577 sessunum í tjóðartinginum, sigur Ritzau-tíðindastovan.

La République en Marche, sum er rørslan hjá Macron, fær 308 sessir, og samstarvsfelagin Modem fær 42 sessir. 289 sessir krevjast fyri at hava reinan meirluta.

Republikanararnir eru næststørsti flokkur við 113 sessum. Sosialistaflokkurin fekk bara 29 sessir í mun til 290 flokkurin annars hevði farna valskeið.

Front National hjá Marine Le Pen fekk bert átta sessir. Ein av teimum eigur Marine Le Pen, sum tískil er vald í tjóðartingið fyri fyrstu ferð. Valluttøkan í Fraklandi var 42,6 prosent, og er tann lægsta í nógv ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044