Krabbaveiða í Altjóða dómstólin

Krabbaveiða í Altjóða dómstólin
Altjóða dómstólurin í Haag skal nú eftir øllum at døma taka støðu til eitt mál um krabbafiskiskap í Barentshavinum
Noreg góðtekur ikki, at ES gevur skipum loyvi at fiska í øki, sum Noreg heldur seg hava yvirvaldsrættin yvir
 
07.07.2017 - 17:54

Tað er Lettland, sum ætlar at leggja málið fyri dómstólin, eftir at norska sjóverjan í januar tók eitt lettiskt skip, sum fiskaði krabba við Svalbard, og hevði fingið veiðiloyvi frá ES til at gera tað.

Noreg góðtekur ikki, at ES gevur skipum loyvi at fiska í øki, sum Noreg heldur seg hava yvirvaldsrættin yvir. Tað nýtti landið sum grundgeving fyri at taka skipið, Senator, og nokta skipinum at fiska.

Norska stjórnin tvíheldur um, at bara hon kann gera av, hvørji skip kunnu fiska við Svalbard, segði norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, tá hann í apríl mátti standa skúlarætt í Brússel.

Skip úr Lettlandi dømt

Stjórnin í Lettlandi hevur nú tikið avgerð um, at royna málið við Altjóða dómstólin í Haag, sum loysir ósemjur ímillum lond. Fyrr í ár varð eitt annað skip úr Lettlandi dømt fyri at hava fiskað krabbað í sonevnda loynikrókinum, ið Noreg sigur seg hava valdsrættin yvir.

Tað verður tikið sum tekin um, at norski rætturin heldur tað vera Noreg, sum eigur ræðisrættin yvir økinum. Skipið fekk 2,5 milliónir krónur í bót, sum svaraði til veiðuna.

Í ár er norska krabbakvotan í Barentshavinum 4.000 tons, góð 2.000 tons eru fiskað, og 13 skip hava loyvi at fiska krabba. 500 tons eru sett av til onnur lond, men enn er eingin avtala gjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086