Nobelvinnarin Liu Xiaobo deyður

Nobelvinnarin Liu Xiaobo deyður
Kinesiski mannarættindastríðsmaðurin, Liu Xiaobo, er deyður, siga myndugleikarnir í landinum
Mynd frá mánadegnum, tá mótmælisfólk uttan fyri eitt sjúkrahús í Hong Kong kravdu, at mannarættindastríðsmaðurin, Liu Xiaobo, varð leyslatin
Mynd: AP  
 
13.07.2017 - 16:49

Liu Xiaobo varð í síðsta mánað fluttur á sjúkrahús úr fongslinum, har hann sat, tí hann hevði krabbamein í livrini. Liu Xiaobo var dømdur ellivu ára fongsul fyri samfelagsfíggindaligt virksemi.

Kinesisku myndugleikarnir gjørdust í øðini, tá mannarættindastríðsmaðurin fekk Nobelfriðar-heiðurslønina. Nobel-nevndin hjá norska Stórtinginum letur Nobel-heiðurslønina.

Tá Liu Xiaobo fekk hana, steðgaðu kinesiskir myndugleikar norska innflutninginum og tað gjørdist ein stórur smeitur fyri norsku alivinnuna at missa kinesiska marknaðin fyri norskum laksi. Liu Xiaobo var upprunaliga universitetsprofessari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006