Eldurin skundaði undir tilbúgvingarætlanina

Eldurin skundaði undir tilbúgvingarætlanina
Býráðið á Tvøroyri hevur á eykabýráðsfundi samtykt at taka undir við uppskotinum um tilbúgvingarætlan og tilbúgvingarpolitikk fyri kommununa
Eldurin í Varðanum Pelagic skundaði undir arbeiðið at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Tvøroyar kommunu
 
17.07.2017 - 13:52

Eldurin í Varðanum Pelagic skundaði undir arbeiðið at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Tvøroyar kommunu. Býráðið samtykti í síðstu viku tilbúgvingarætlanina.

Arbeiðið at gera tilbúgvingarætlanina, sum er kravd í tilbúgvingarlógini, byrjaði í fjør heyst. Eftir eldin í Varðanum Pelagic 9. juni varð arbeiðið tikið uppaftur og gjørt liðugt.

Á eykabýráðsfundi í síðstu viku samtykti býráðið einmælt at taka undir við uppskotinum um tilbúgvingarætlan og tilbúgvingarpolitikk fyri kommununa.

Fundir vóru við Varðan Pelagic, sjúkrahúsið, Effo, Strandferðsluna og politiið, tá uppskot um tilbúgvingarætlan varð gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717