Fleiri borgarar í ES

Fleiri borgarar í ES
Fólkatalið í ES hækkaði við 1,5 milliónum fólkum í 2016. Einasta orsøkin til tað vóru nógvu migrantarnir sum komu til Evropa
 
20.07.2017 - 09:21

Tað var serliga fólkatalið í Týsklandi, Bretlandi, Svøríki og Eysturríki sum vaks, meðan fólkatalið í fleiri av eystureuropeisku londunum lækkaði, uttan at greiða er fingin á, hví so var.

Í Týsklandi doyðu 150.000 fleiri enn tað vórðu fødd, men kortini hækkaði fólkatalið við 775.000 fólkum. Í Rumenia doyðu 68.000 fleiri enn tað vórðu fødd, og kortini minkaði fólkatalið við 122.000 fólkum.

Uppgerðin hjá Hagstovuni í ES, vísir, at í fjør javnvigaði fólkatalið við 5,1 milliónum fólkum. Tað vil siga, at eins nógv vórðu fødd, sum tey ið doyðu, og nú eru 512 milliónir fólk í Europeiska samveldinum.

Tá talan er um skandinavisku londini, øktist fólkatalið í Svøríki við 75.000 fólkum, meðan Danmark var á næsta plássi við 33.000 fleiri, síðani kom Noreg við 26.000 fleiri og síðani Finland við 17.000 fleiri fólkum, upplýsir Hagstovan í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086