10.000 fólk flýggja undan skógareldi

10.000 fólk flýggja undan skógareldi
Meira enn 4.000 sløkkiliðsfólk royna at basa skógareldinum í Suðurfraklandi
Mynd: DR  
 
26.07.2017 - 11:20

Í Suðurfraklandi eru skógareldarnir nú so ógvisligir, at umleið 10.000 fólk í nátt noyddust at flyta burtur úr harðast raktu økjunum.

Tað sigur BBC.

Skógareldurin herjar serliga økini við Miðjarðarhavsstrondina, í fjallaøkjunum á leiðini og á oynni Korsika, sum er millum Frakland og Italia.

Meira enn 4.000 sløkkiliðsfólk eru við í arbeiðinum at royna at sløkkja eldarnar.

Eisini í øðrum londum í Suðurevropa eru tey illa plágað av skógareldi.

Bæði í Portugal, Spania, Italia, Kroatia og Montenegro eru nógv fólk flutt burtur undan skógareldi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923