Fólk knívstungin í Finnlandi

Fólk knívstungin í Finnlandi
Fleiri fólk eru knívstungin í finska býnum Åbo. Løgreglan hevur skotið ein, sum er undir illgruna
 
18.08.2017 - 15:39

Fleiri fólk eru stungin í finska býnum Turku - eisini nevndur Åbo - eystanfyri Helsinki.


Í øllum førum tvey eru stungin og í minsta lagi eitt fólk liggur eftirá á gøtuni, veit finska kringvarpið YLA at siga.


 - Løgreglan hevur skotið ein, sum er undir illgruna at stungið. Maðurin er handtikin, skrivar finska løgreglan á Twitter.
Maðurin er skotin í beinið, skrivar Danmarks Radio.


Løgreglan mælir fólki nærhendis at halda seg burtur. Løgreglan hevur eisini styrkt trygdina í floghavnini og við tokstøðirnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870