Irma ger aftur um seg

Irma ger aftur um seg
Ódnin Irma er aftur harðnað, og verður nú mett til eina ódn á stig fimm, sum er tað hægsta, ið mett verður. Miðalvindferðin er omanfyri 70 m/s.
Mynd: AP  
 
09.09.2017 - 09:59

Ódnin Irma nærkast amerikanska meginlandinum, men enn ikki greitt, hvussu hon rakar USA. Tí kann hon hava ymsa styrki næstu dagarnar alt eftir, hvussu nær hon kemur landi.

Í dag fer Irma at gera um seg á Bahamas og á norðrara partinum av Cuba.

Roknað verður við at Irma fer at koma inn yvir Florida í kvøld, og tá verður hon ein styrki fýra ódn, og har eru nógvar ávaringar sendar út, bæði um vind og nógv regn.

Væntað verður áarføri upp í 200 til 380 millimetrar av regni og í støðum upp í 500 millimetrar, fyrst í Florida og í næstu viku eisini í Georgia, South Carolina og vestara partinum av North Carolina.

 

Barbuda hart rakt

Irma gjørdi nógv um seg á lítlu caribisku oynni Barbuda, og næstan allir bygningarnir á oynni fingu skaða, og eitt fólk læt lív.

Nú fyrireika tey seg til eina aðra ódn, Jose, sum er í hølunum á Irmu, og sum eisini fer at raka oynna.

Jose er mett sum ein stig fýra ódn, men hon er tætt við at gerast ein stig fimm ódn, siga amerikanskir veðurfrøðingar.

 

69 m/s í væntu

Í Jose er vindferðin máld upp í meir enn 69 metrar um sekundið, so eingin ivi er um, at hon eisini verður ein stór avbjóðing, sigur løgregluovastin á oynni.

Tað búgva bert 1800 fólk á Barbuda, og tey flestu verða nú flutt til Antigua, sum er hin stóra oyggin í oyggjalandinum.

Mett verður, at tað fer at kosta meir enn 600 milliónir kr. at byggja Barbuda aftur eftir ódnirnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039