Flóðalda í Grønlandi var 90 metrar høg

Flóðalda í Grønlandi var 90 metrar høg
Flóðaldan, sum var í Grønlandi í juni, var 90 metrar høg at byrja við, og tað er hægsta flóðalda, sum er máld í nýggjari tíð.
 
09.09.2017 - 14:43

Danskir granskarar hava nú staðfest, at flóðaldan, sum rakt bygirnar í Karratsfjørðinum, var 90 metrar høg at byrja við. Men tá hon rakti bygdirnar í Karratsfjørðinum, var hon umleið 10 metrar høg, tí hon var minkað teir umleið 15 fjórðingarnar inn eftir fjørðinum.

Hóast hon var nógv minkað, so tók flóðaldan ísfjøll, hús og fýra fólk við sær í bygdini, Nuugaatsiaq. 

Flóðaldan kom av einum omanlopi í fjallinum hinumegin fjørðin.

Tað eru granskarar hjá GEUS, sum hava verið í økinum, og við myndum sum teir hava tikið, halda teir seg hava fingið eina ábending um, hvat hendi, sigur Stefan Bernstein sum stóð á odda fyri ferðini í Grønlandi, sum var seinast í juli.

Tað er enn vandi fyri omanlopi í økinum, serliga í einum øki, sum liggur umleið ein kilometur frá omanlopinum í juni.

47 mió. kubikkmetrar av groti

Granskarar úr fleiri øðrum londum hava eisini verið í Grønlandi og kannað økið. Amerikanskir granskarar siga seg hava eina meting sum sigur, at umleið 47 milliónir kubikkmetrar av gróti og eyri vóru í omanlopinum tann 17. juni.

Hóast trígir mánaðir eru farnis síðani omanlopið var, so eru fólkini í Nuugaatsiaq og grannabygdini, Illorsuit, ikki flutt heim aftur. 

Orsøkin er, at tað gingu bert átta minuttir frá tí at omanlopið var og til flóðaldan rakti bygdirnar. Og tá eingin ávaringarskipan er, hava myndugleikarnir gjørt av, at fólkini ikki sleppa at flyta heim aftur fyribils.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209058
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209057
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044