90 fólk deyð av jarðskjálvtanum í Meksiko

90 fólk deyð av jarðskjálvtanum í Meksiko
Hetta er harðasti skjálvti, sum er máldur í landinum síðani 1985
 
10.09.2017 - 12:43

90 fólk eru higartil funnin deyð eftir harða jarðskjálvtan í Meksiko hósdagin.

Ein talsmaður fyri sivilu myndugleikarnar í landspartinum Oaxaca upplýsir, at 71 fólk eru funnin deyð í landspartinum.

Í Chiapas hava í minsta lagi 15 fólk latið liv, og fýra eru deyð í landspartinum Tabasco.

Jarðskjálvtin hevði miðdepil umleið 60 fjórðingar í einum útsynning úr landspartinum Chiapas.

Hetta er harðasti skjálvti, sum er máldur í Meksiko síðani 1985.

Umleið 120 milliónir fólk búgva í Meksiko, og skjálvtin rakti umleið 50 milliónir fólk meira og minni, upplýsir forsetin í landinum, Pena Nieto.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493