Grønlendski búskapurin í vanda

Grønlendski búskapurin í vanda
Útreiðslurnar kunnu gerast nógv størri enn inntøkurnar, og tí mugu broytingar til, sigur búskaparráðið
 
18.09.2017 - 08:08

Stórar sparingar og stórar skattahækkingar. Tað kann gerast úrslitið í Grønlandi, um landsstýrið ikki broytir búskapin. Tað er dómurin hjá grønlendska búskaparráðnum um framtíðina hjá Grønlandi.

- Verður ikki ein loysn funnin, so er vandi fyri, at útreiðslurnar gerast nógv størri enn inntøkurnar, sigur formaðurin í ráðnum, Torben M. Andersen, sum er professari í tjóðarbúskapi og starvast á universitetinum í Aarhus.

Eins og hjá okkum, so eru avbjóðingarnar í Grønlandi, at fólk gerast eldri, og tað setir stór krøv til eftirløn og til heilsuverkið.

Tí fara útreiðslurnar at hækka so líðandi, samstundis sum eingi útlit eru fyri fleiri inntøkum, vísir búskaparráðið á.

Grønlendska búskaparráðið ógvast um, at polittikararnir ikki eru farnir undir at typpa holið í búskapinum, sum fer at vaksa næstu 10 árini.

Úrslitið verður, at trupulleikarnir verða rullaðir víðari, til tey ungu og teir polittikarar sum skulu taka avgerðirnar í framtíðini.

Landsstýrið hevur leingi mælt til at umskipa almenna geiran, ein skipan sum skal spara 900 arbeiðspláss.

Men trupulleikin er, at talan bert er um tos, tí einki hendir, vísir búskaparráðið á.

Um Grønland ætlar at gera broytingar á sjálvstýrisleið, og yvirtaka málsøki, so er tað ikki við í metingunum hjá búskaparráðnum.

Ger Grønland tað, so mugu tær útreiðslurnar leggjast omaná útreiðslurnar sum nú eru av at reka grønlendska samfelagið, sigur búskaparráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444