Taka til rýmingar á Bali

Taka til rýmingar á Bali
Roknað verður við, at gosfjallið Mount Agung fer at goysa hvørja løtu
 
24.09.2017 - 16:07

 

Fyri fyrstu ferð í meir enn 50 ár er líkt til, at gosfjallið Mount Aung á Bali fer at goysa.

 

Eftir at myndugleikarnir ávaraðu fólk á indonesisku oynni Bali um møguliga gosið, eru eini 34.000 fólk flutt burtur minst níggju kilometrar frá gosfjallinum.

 

Fríggjdagin blivu 10.000 fólk burturflutt, og í gjár fingu 24.000 fólk boð um at fara frá húsum.

 

Enn er møguligt at flúgva til og av Bali, men á altjóða flogvøllinum í oynni hava tey fyrireikað seg til at stongja flogvøllin.

 

Seinast tá gosfjallið goysti var í 1963, og tá lótu fleiri enn 1000 fólk lív.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Fríggjadag 2. januar
Morgunlestur fríggjadagur 2. januar 2026
202085
Hósdag 1. januar
Vit fara upp á gólv nýggjársdag 2026
202149
Hósdag 1. januar
Nýggjársgesturin 2026: Niels Juel Arge
201912
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132