Tikið valdið og útskrivað val í Katalonia

Tikið valdið og útskrivað val í Katalonia
Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur í kvøld bæði tikið ræðið á Katalonia og útskrivað nýval til katalonska tingið 20. desember
 
27.10.2017 - 21:56

Spanska miðstaðarstjórnin i Madrid hevur í kvøld tikið ræðið á Katalonia. 

Tað fyrsta, Mariano Rajoy, forsætiaráðharri, gjørdi, var at senda katalonsku stjórnina í Barcelona til hús og útskrivað nýval til katalonska tingið at vera 20. desember. 

Spanski forsætisráðharrin stongdi samstundis eisini allar katalonsku umboðsstovurnar uttan hana í Brússel.

Hetta hendir samstundis sum túsundtals loysingarsinnaðir katalonar feira loysingina á gøtunum kring Katalonia. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744