Almannaverkið skal gjalda alt gjaldið fyri ríðing

Almannaverkið skal gjalda alt gjaldið fyri ríðing
Kærunevndin í almanna- og heilsumálum hevur broytt mannagongd hjá Almannaverkinum viðvíkjandi endurgjaldi fyri ríðing
 
14.11.2017 - 13:51

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum hevur broytt mannagongd hjá Almannaverkinum viðvíkjandi endurgjaldi fyri ríðing sum viðgerð hjá børnum, sum bera brek ella hava varandi sjúku.

Almannaverkið vildi bara lata endurgjald fyri meirkostnaðin, ikki fyri grundgjaldið. 

Almannaverkið vísti til forsorgarlógina og innanhýsis leiðbeining um meirkostnað fyri ríðing sum frítíðarítriv. 

Kærunevndin hevur síðst í september viðgjørt tvær kærur um hetta. Og Kærunevndin broytti í báðum avgerðina hjá Almannaverkinum.

Niðurstøðan er tann sama í báðum førum. 

Heildarmetingin er, sigur Kærunevndin, at meirútreiðslan til ríðing, er allur kostnaðurin, tí talan er um ein tørv av viðgerðarkendum slagi, og er tá allur tørvurin ein meirútreiðsla.

Tey, sum kærdu, fáa tí 175 kr., sum er grundgjaldið, afturat fyri hvørja ferð, barnið ríður. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572