Golfvøllurin á Glyvursnesi: níggju hol gjørd fyrst

Golfvøllurin á Glyvursnesi: níggju hol gjørd fyrst
Golfvøllurin verður gjørdur í tveimum byggistigum. Tað fyrra verður frá 2018 til 2022
Golfvøllurin á Glyvursnesi verður gjørdur í tveimum stigum.
 
23.11.2017 - 12:42

Ætlanin um golfvøll á Glyvusnesi er til enn, men hon er broytt ella tillagað.

Nú er ætlanin at gera golfvøll við níggju holum fyrst, sum so seinni skal útbyggjast til 18 hol, sum upprunaliga ætlanin er.  

Fyrsta byggistigið verður gjørt árini 2018 til 2022, trý hol um árið. 

Tá, í 2022, verður avgjørt, um haldast skal fram alt fyri eitt, ella tað verður seinni.

Fyrsta byggistig kann gerast í syðra økinum á Glyvursnesi.

Byggisamtyktin er broytt

Økið er longu ítróttarøki sambært byggisamtyktini. 

Økið er 270.000 fermetrar, sum skal leigast frá Búnaðarstovuni. 

Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið at gera heildarætlan fyri Glyvursnes, so grótbrotini og aðrar verkætlaninir hjá kommununi eru tiknar við í ætlanini um golfvøllin.

Golfvøllurin er mettur at kosta 27 mió. kr. 

Kostnaðurin næsta ár verður fýra milliónir krónur. 

Býráðið hevur eisini samtykt at útvega Smart Range, sum er ein golfsimulatorur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744